Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Rækjurist
Fiskiskip eru á nógvum økjum lógarkravd til at brúka skiljirist, eitt nú tá tey fiska rækjur í Kanada, Grønlandi og Noreg. Vónin hevur sína egnu skiljirist úr plasti til endamálið, og hendan hevur víst seg at vera tann besta av sínum slag. Við vertikalum rimum reistum yvir horisontalar rimar, sleppur einki ígjøgnum skiljiyvirflatuna, og hetta ger skiljingina nærum optimala. Rimar kunnu lættliga skiftast út, um tær t.d. hava fingið skaða ella eru bognaðar. Ramman á ristini er eisini sera stabil og sterk.
Summir skiparar kalla ristina eina kollvelting av tí, at hon hevur eina munandi betri gjøgnumstreyming av vatni og veiðievni enn aðrar ristir á marknaðinum. Afturmeldingar frá fiskiskipum siga, at fongurin gerst upp til 30% størri tá hendan rækjuristin verður brúkt. Tað kanadiska skipið m/v Mersey Phoenix setti eina gamla rist í tað eina trolið og hesa rækjuristina í hitt trolið, og tey sóu, at trolið við tí nýggju skiljiristini hevði í hvørjum háli ein størri fong og sortering av rækjum í posanum.
Summir av teimum smærri trolarunum hava tørv á at fáa ristina upp á trumluna. Fyri slík føri hevur Vónin gjørt eina serliga rist, sum er í tveimum sektiónum og kann boyggjast í miðjuni. Afturmeldingarnar frá hesum trolarunum hava verið serstakliga góðar — ristin er løtt at fáa upp á trumluna, og fiskaríið hjá teimum er blivið betri.
Rima frástøða | Stødd á rist |
---|---|
19 mm | 175 x 240 cm |
22 mm | 175 x 240 cm |
22 mm | 220 x 240 cm |
Rækjuristin er perfekt til at skilja frá óynskta hjáveiðu í sambandi við troling eftir rækjum. Skiljiristin hevur eina framúr gjøgnumstreyming av vatni, sum optimerar trolingina. Trolarar hava fingið 30% størri fong aftaná at hava skift yvir til hesa rækjuristina.