Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Uttan hóskiligt festi eru aliringar viðkvæmir móti havsins ógvusligu og óforútsigiligu megi. Undir teimum farnu áratíggjunum hava vit lagt okkum eftir at veita fortoyningsútgerð av høgari dygd til alipláss, sum eru útsett fyri høgari orku frá vindi, aldu og streymi.
Okkara fortoynigsloysnir eru sniðgivnar og bygdar til at standa ímóti teimum harðføru umstøðunum í Norðuratlantinum. Allir deilir eru útvaldir og gjørdir til at halda og vara.
Okkara loysnir eru sergjørdar til neyvt tær umstøður, ið gera seg galdandi á tí aliplássi, talan er um. Okkara serfrøðingar gjøgnumganga útrokningar og greiningar av festinum á Aquasim fyri at sniðgeva eina loysn hareftir.