Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Vit hava áratíggju av royndum í at sniðgeva, menna og framleiða nótir fyri alivinnuna. Hetta hevur gjørt okkum før fyri at veita fiskaalarum dygdargóðar og slitsterkar alinótir. Alt frá tilfari til bygnað í nótunum er grundiga umhugsað og áhaldandi ment í tøttum samstarvi við alarar. Okkara alinótasnið eru væl og virðiliga testað til at klára tað harðasta umhvørvið í Norðuratlantinum.
Botnurin í nótunum er sniðgivin soleiðis, at deyður fiskur kann lættliga takast frá.
Útsett punkt í nótini verða funnin og styrkt fyri at gera alingina tryggari og minka um fiskarýming.
Sterkur miðringur varir alla livitíðina hjá alinótini, sum merkir minni kostnaður av viðlíkahaldi.
Skjót og løtt at seta út og handfara.
Minni viðlíkahald enn ídnaðarstandard.
Stutt veitingartíð.
Certificerað sambært NS9415 standardir.
Við okkara áhaldandi menningartilgongd og við mest framkomnu og nýggjastu maskinum eru tað eydnast okkum at byggja hádygdar net úr Dyneema og nylon við minimalari tódning. Hetta førir til:
Betri avrik í sjónum.
Minni av umvælingum krevst.
Varir longri.
Passar betur, sum eisini ger tað lættari fyri vaskirobottarnar.
Vit bjóða ymisk sløg av netum av høgari dygd alt eftir tørvi hjá alibrúkinum
Okkara Dyneema alinótir eru av hægstu dygd. Dyneema er eitt ótrúliga sterkt tilfar, sum ger tað møguligt at brúka eitt munandi klænri tráð samanborið við annað tilfar. Hetta hevur fleiri fyrimunir:
Nylon hevur traditionelt verið mest brúkta slag av neti til alinót.
HDPE net er væl egnað, tá ið vaskirobottar eru mest brúkti háttur til at reinsa alinótirnar.
Eurostone HDPE net eru serliga ætlað ímóti ránsdjórum og tilmælt í økjum, har kópur ella onnur ránsdjór eru ein hóttan.
Bylgjuhædd, streymur, veður og botnviðurskifti eru sera ymisk í nógvum økjum, har fiskaaling fer fram, og tí eru krøvini til bestu avrik fyri alinótirnar eisini ymisk.
ĺ stuttum hava vit fýra ymisk snið, men fiskaalarar hava møguleikan at fáa fyrimun av teimum royndum, sum Vónin hevur gjørt sær við skraddaraseymaðum alinótum, bygdar eftir krøvum hjá hvørjum einstøkum alara og teim galdandi umstøðum á aliplássunum.
RUNDAR
SPÍSKAR
SPAGHETTI
KVADRATISKAR