Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Tá vit avgjørdu at fara undir at framleiða okkara egnu trolhurðar, vildu vit ikki bert gera okkurt sum øll hini gjørdu — vit vildu vera nýskapandi og heilt einfalt gera lemmar, sum eru betri upp á allar mátar.
At menna lemmar er hvørki skjótt ella einfalt — har er almikið av modellering í teldum fyri at maximera virknaðarstig og stabilitet, pluss umfatandi greining av hydrodynamiskum útrokningum. Næsta stig er at royna eitt niðurskalerað modell í royndartanga, og síðani at testa í fullari stødd í eini longri royndartíð fyri at staðfesta bæði effektivitet og langtíðar haldføri.