Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Vónin Turbot
Vónin Turbot er eitt serliga sniðgivið botntrol, sum er serstakliga munadygt í veiðu eftir fiski, sum heldur til heilt niðri á botni á fiskileiðum við sløttum botni. Trolið hevur eina stutta fiskilínu og stuttar vengur, sum ger trolið sera flexibult undir togan. Tað hevur eitt design, sum gevur trolinum eina áhaldandi drift niðureftir fyri at geva best møguligu botnkontakt.
Vónin Turbot verður mest brúkt av frystitrolarum á fiskileiðum kring Grønland og í Barentshavinum. Turbot trolið hóskar bæði til stak- og fleiri-riggaða troling, og kann verða togað skjótt uttan at missa botnkontakt.
Brúkt til at veiða: Svartkalva, tosk, upsa, hýsu og kongafisk