Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Super Height er eitt flexibult semi-pelagiskt trol, ið kann nýtast í ógvuliga ymiskum fiskiskapi. Hetta semi-pelagiska trolsniðið hevur nøkur framúrskarandi úrslit í toska-, hýsu-, upsa-, høgguslokka- so væl sum gulllaksaveiðu, sum trolið upprunaliga varð sniðgivið til.
Super Height trolið er munadyggast í samband við veiðu eftir botnfiskasløgum, tá ið fiskurin ávísar tíðir á samdøgrinum ella á árinum fer upp frá botninum, tí trolið dekkar eitt munandi størri øki enn eitt vanligt botntrol ger.
Super Height er eisini sniðgivið til at skapa sum minst av mótstøðu undir togan og at fara lættliga eftir botninum ella enntá at fara skjótt uppeftir um neyðugt — eitt sera effektivt trol, sum gevur møguleikar til skjótan og góðan fong.
Fiskasløg:
Gullaksur, hýsa, kongafiskur, toskur, upsi, høgguslokkur.
Trolið er væl roynt í partroling, og tað er eisini fult møguligt at brúka tínar vanligu trollemmar til Super Height trolið, tað veri seg lemnar til botntrol ella til flótitrol.