Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Eftir minni enn tveimum døgnum fingu teir 1000 tons av fyrsta floks makreli – miðalvektin á fiskinum er 520 gramm. “Tummas T” brúkar eitt 1680m Vónin FALCON trol til hendan fiskiskapin, og trolið er sera væl egnað at toga við í vatnskorpuni.
Haraftrat hava teir keypt teir sera vælumtóktu Twister lemmarnar við semi-automatiskari stýring. Teir eru 10m2. Sambært skiparanum Virgari Fagraklett hava lemmarnir gjørt sítt til at møguligt er at fáa fisk í trolið so at siga alla tíðina, meðan togað verður. Hann sigur, at tað gongur væl skjótari at fáa í, tá fiskur er at fáa, í mun til í fjør, tá teir ikki høvdu stýrbarar Twister lemmar.
Við at seta eitt fast dýpið á lemmarnar – t.d. 15 metrar – áðrenn skotið verður av, ger at skiparin einans skal hugsa um at raka stiman – lemmarnir skulu nokk halda dýpið!
Tað eru eftirhondini nógv skip, ið hava ognað sær Twister lemmar. Bara seinastu tveir mánaðirnar hevur Vónin leverað fleiri sett í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Norra.