Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
VÓNIN BYGGIR VÍÐARI Á 55 ÁRA ROYNDIR
Teir fimm, sum 16. januar 1969 stovnaðu Vónina, høvdu allir sítt yrki á sjónum. Jákup Oluf á Lakjuni, Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen og Olaf Olsen kendu týdningin av góðum trolreiðskapi. Og tá teir bygdu nýtt trolvirki í Fuglafirði í 1977, var slóðbrótandi royndarbrunnur natúrligur partur av íløguni. Teir vildu menna nýggj trol.
– Tað eru hesi somu grundvirði, ið vit framvegis byggja á. Góðskan skal altíð vera í lagi, og vit vilja alla tíðina menna tað, vit framleiða, sigur Hjalmar Petersen, sum hevur starvast á Vónini síðani 1996, harav síðstu 23 árini sum stjóri.
Gamli royndarbrunnurin er søga, í dag verða nýggj trol teknað á framkomnum teldusimuleringum og síðani roynd í serútgjørdum royndartanga í Hirtshals, áðrenn tey fara umborð á skipini. Men tankin er hin sami, eins og strembanin at menna nakað nýtt. Trollemmarnir, bæði til botntrol og flótitrol, verða mentir í fyritøkuni Volu Ventis, sum Vónin eigur.
HANDVERKIÐ Í LAGI
Fleiri av teimum, sum í dag hava leiðandi størv á Vónini, hava eins høgan ella hægri starvsaldur enn stjórin. -Vit hava nógv dømi um ungar menn, sum hava fingið ábyrgd. Kenneth Jacobsen, Henning Nielsen, Hermann Dam, Signar Poulsen, Bogi Nón, Jógvan Jacobsen og Hilmar Egholm eru dømi um ungar menn, sum eru byrjaðir á ungum árum og framvegis eru her, sigur Hjalmar Petersen.
Stjórin er sannførdur um, at sterki loyaliteturin millum dugnaligu starvsfólkini er við til at gera Vónina til ta fyritøku, hon er í dag. Teirra vitan er avgerandi fyri fyritøkuna. Millum ár og dag hava eisini nógvir dugnaligir fiskimenn arbeitt á Vónini, og knýtir tað saman praktisku royndirnar til sjós við trolarbeiði á landi. Samanumtikið hava tøttu sambondini við fiskiskipini stórt virði, ið Vónin ger nógv fyri at varðveita.
Umleið 450 fólk starvast hjá Vónini í Føroyum, Litava, Norra, Grønlandi; Skotlandi og Nýfundlandi. Stórur partur av framleiðsluni fer fram á virkinum í Litava, har umleið 200 fólk arbeiða.
– Heldur enn at keypa frá framleiðarum í Kina og India valdu vit at byggja okkara egna virki í Litava, har vit hava útbúgvið leiðarar og sjálvi stýra allari framleiðsluni, frá byrjan til enda. Á henda hátt tryggja vit góðsku til kappingarførar prísir, sigur Hjalmar Petersen.
Á 10.000 fermetrar stóra virkinum í Litava verða nótir, uppsjóvartrol og øll útgerð til alivinnuna framleidd, meðan botntrolini framvegis verða gjørd á virkinum í Havn. Alt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt av starvsfólkunum hjá Vónini í Føroyum.
– Vit eru altíð til reiðar at umvæla tað, sum ikki riggar. Tað liggur djúpt í okkara starvsfólkum, sum gera alt fyri at veita skipunum bestu tænastuna, sigur Hjalmar Petersen. Vónin bleiv sum kunnugt seld í 2016. Men nú átta ár seinni ber til at staðfesta, at fyritøkan hevur varðveitt sín føroyska uppruna. -Vit eru framvegis sama fyritøka, sama leiðsla og somu starvsfólk. Vit byggja víðari á somu grundvirði og arbeiða enn, sum eiga vit fyritøkuna, sigur Hjalmar Petersen.
BURÐARDYGT VINNULÍV
Vónin hevur verið við í felagsskapinum Burðardygt Vinnulív frá byrjan í 2021. Umframt at Vónin roynir at vera burðardygg í allari framleiðslu tekur fyritøkan ímóti øllum reiðskapi, sum er liðugt brúktur í fiskivinnuni og alivinnuni. Alt verður sent víðari til endurnýtslu hjá fyritøkum við sergrein í tí. Bara í 2022 var talan um 1200 tons av gomlum trolum, nótum, alinótum, boyum, trollemmum og øðrum.
– Á henda hátt kunnu okkara viðskiftafólk eisini prógva, at teirra gamla útgerð verður burturbeind á rættan hátt, og tað hevur alsamt størri týdning í dag, sigur Hjalmar Petersen.
ENDURNÝTSLA 2023
Av 753.049 kg endurnýttum tilfari sambært Nofir
Ávirkan av endunýttum tilfari
kg CO2 eq/kg minking
Minkingin av veðurlagsgassum kann sammetast við at
ferðafólk flúgva frá Oslo til London
Kolevnis-ávirkanin minkar umleið
kg CO2 eq.