{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Taka endurnýtslu í álvara

Endurnýtsla hevur verið ein partur av umhvørvinum hjá Vónini í mong ár, men hetta er blivið enn meira týdningarmikið seinastu árini, nú hesin trupulleikin er vorðin meira sjónligur.

“Vit hava fingið alsamt fleiri fyrispurningar frá okkara kundum, sum eru áhugaðir í at tryggja kundum teirra umhvørvisligar góðkenningar,” sigur fíggjarstjórin í Vónin samtakinum, Daniel Hákunsson Dam, sum hevur yvirlit yvir endurnýtslu á ymsu deildunum hjá Vónini. “So hetta er nakað vit taka í álvara.”

Daniel Hákunsson Dam, fíggjarstjóri á Vónini

Leiðin hjá Vónini við endurnýtslu gongur langt aftur í tíðina. Trolveirar hava verið tiknir inn til endurnýtslu í mong ár – antin skornir til breitlar, ella nýttir til søkkringar í alivinnuni, og teir tungu veirarnir, sum tey stóru pelagisku skipini nýta, eru serstakliga góðir til hetta.

Net, sum hevur nátt endan á síni lívstíð, hevur eisini verið sent til endurnýtslufyritøkur í Evropa, men í fortíðini var hetta ikki so væl skipað, sum tað er vorðið nú.

Sundurskilja og skipa tilfar á Vónini í Fuglafirði
Sundurskilja og skipa tilfar á Vónini í Fuglafirði

Fyri nøkrum árum síðani var Burðardygt Vinnulív stovnað, sum savnaði saman ein bólk av fyritøkum til at seta nøkur framtíðarmál. Eitt av málunum hjá Vónini var at endurnýta so nógvan fiski- og alifiskareiðskap sum gjørligt, og tað var tá, at endurnýtsluætlanin hjá Vónini gjørdist meira skipað.

“Søguliga sæð er ikki nógvur fiskireiðskapur endurnýttur. Hann varð brendur og tyrvdur ella beindur burtur á annan hátt, men hetta broyttist í 2022,” sigur Daniel Hákunsson Dam.

Í veruleikanum hevur Vónin nøkur imponerandi tøl at vísa á, við 3.011 tonsum av fiski- og alireiðskapi, sum er sendur til endurnýtslu frá 2022 til og við 2024.

“Ein stórur partur av hesum er alinótir, sum ikki vóru beindar burtur. Vit hava hildið fast í hesum nótum og goymt tær, meðan vit leitaðu eftir einum hóskandi móttakara til endurnýtslu,” greiðir Daniel frá.

Seinastu árini hevur Vónin samstarvað við endurnýtslufyritøkur í Europa, føroyska IRF og grønlendska Esani. Arbeiðið at taka sundur fiski- og alireiðskap verður býtt millum toymið hjá Vónini og starvsfólkini hjá móttakandi endurnýtslufyritøkum, har tilfar verður bólkað og skilt til at verða sent víðari til næsta stig. Summar avbjóðingar standa eftir, og aðrar eru longu loystar.

Net og togverk verða petta sundur til eitt kornut evni, eina nýggja
rávøru, sum síðan kann smeltast um til nógvar ymiskar vørur

“Vit savna, taka sundur og bólka tilfar, og senda tað víðari. Avbjóðingarnar eru blandað tilfar og Dyneema, tí hetta er so mótstøðuført tilfar at maskinur, sum skulu bróta tað niður, halda ikki leingi.” Tað eru tó verkætlanir, sum áhaldandi royna at finna varandi loysnir at endurnýta Dyneema. Ístaðin fyri at bróta tað niður eru eisini komnar loysnir til at nýta tað umaftur.

Daniel viðmerkjur, at saman við meira skipaðu tilgongdini hjá Vónini til endurnýtslu, eru kundarnir eisini vorðnir meira varugir við hetta og vilja fegin nýta hendan møguleikan. Hetta inniber eisini at merkja reiðskapin við ID-merkjum, so hann kann sporast, og hóast hetta longu hevur verið gjørt eina tíð við aliútgerð og stórum pelagiskum trolum, so er ætlanin eisini at gera hetta við botntrolum.

“Vit kunna spora reiðskap, sum er framleiddur hjá okkum, men innfluttur fiskireiðskapur er ikki altíð merktur, og tað eigur hann at vera,” sigur hann.

“Hetta er nakað, sum ikki fer at hvørva, og vinnan má tillaga seg til tað. So hetta er nakað, sum vit á Vónini taka í álvara.”

Vónin á Instagram

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.