Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
Vónin Kodiak er eitt væl roynt rækjutrol og verður togað av rækjutrolarum í hópatal. Trolið er bygt á snið við stórum horisontalum opi og sum geva sera góða botnkontakt. Við slíkum eyðkennum hóskar hetta rækjutrol til veiði eftir rækjum á bleytum havbotni og rækjum ið halda seg nær botninum.
Kodiak rækjutrolið hevur góða gjøgnumstreyming av vatni, sum hjálpir til at fáa rækjurnar smidliga og trygt inn í trolposan. Hetta er eitt tvey-breidlað rækjutrol og er sera stabilt. Kodiak trolini kunnu brúkast bæði til stak- og marg-riggaða troling.
Afturmeldingarnar frá skiparum, ið brúka Vónin Kodiak rækjutrol, hava verið ógvuliga positivar, líka síðan trolmodellið varð introduserað fyri fyrstu ferð, og kundarnir eru komnir aftur og aftur.