Vónin
Tað byrjaði alt í 1969, og í dag er Vónin ein altjóða leiðandi mennari og framleiðari av dygdar fiskireiðskapi og aliútgerð, umframt at veita certificeraðar loysnir til byggivinnuna og annan ídnað á landi.
Aftur
SÍGGJ FILMIN Í FULLARI LONGD
Vónin telist millum fremstu veitarar, mennarar og framleiðarar av dygdargóðum fiskireiðskapi. Vit arbeiða tætt saman við okkara kundum og leggja okkum eftir at menna reiðskap, útgerð og tænastur á ein nýskapandi hátt.
Við okkara uppruna í tí føroysku alivinnuni, har harðir streymar, høg alda og ringt veður er partur av gerandisdegnum, hava vit fingið serkunnleika í at veita dygdar aliútgerð til slík krevjandi alistøð.
Til byggivinnu og aðra vinnu á landi veitir Vónin góðkendar loysnir við høgari dygd, ið ger okkum før fyri at uppfylla altjóða standardir innan dygd og neyvleika.
ENDURNÝTSLA 2023
Av 753.049 kg endurnýttum tilfari sambært Nofir
Ávirkan av endunýttum tilfari
kg CO2 eq/kg minking
Minkingin av veðurlagsgassum kann sammetast við at
ferðafólk flúgva frá Oslo til London
Kolevnis-ávirkanin minkar umleið
kg CO2 eq.
Altjóðavirksemi
Vónin hevur ment seg frá tí smáa og lokala til eitt altjóða virki við ørgrynnu av serkunnleika og royndum.